tirsdag den 28. juni 2011

So var Fk blaði her! :)

Høvðusgrundin til at hesin bloggur er blivin upprættaður, er mín kæra El-súkkla, sum eg havi royndarkoyrt fyri Fk. Avtalan var at eg fekk avsláttur uppá súkkluna, afturfyri at skriva eitt sindur um hana í Fk blaðið, og so lovaði eg eisini at eg skuldi upprætta ein súkklublog, tað var lætt nokk at upprætta hann, men at fylla hann við uppleggum, tað er straks verri.
  Eg helt eg hevði góða tíð, men so í gjár lá Fk blaði á borðinum og eg stóð á baksíðuni... so eg má heldur royna at skriva eitt sindur :)

Eg havi sett meg væl fyri frammfyri brenniovnin, um veturin er tað sera hugnaligt, men um summari er tað skide irreterandi at mann noyðist at hava hann tendraðan.

  Um tú lesur hetta, so er tað ein stórur kjansur at tú gert tað tí at tú hevur lisið greinina í Fk blaðnum, so eg fari ikki at endurtaka tað. Men um tú hevur onkrar spurningar viðvíkjandi súkkluni, so ert tú vælkomin at skriva til mín á Grindabod@hotmail.com, so kann eg geva tær eitt persónligt svar, ella eg skrivi eitt blog innlegg útfrá einum konkretum spurningi.