Høvðusgrundin til at hesin bloggur er blivin upprættaður, er mín kæra El-súkkla, sum eg havi royndarkoyrt fyri Fk. Avtalan var at eg fekk avsláttur uppá súkkluna, afturfyri at skriva eitt sindur um hana í Fk blaðið, og so lovaði eg eisini at eg skuldi upprætta ein súkklublog, tað var lætt nokk at upprætta hann, men at fylla hann við uppleggum, tað er straks verri.
Eg helt eg hevði góða tíð, men so í gjár lá Fk blaði á borðinum og eg stóð á baksíðuni... so eg má heldur royna at skriva eitt sindur :)
Eg havi sett meg væl fyri frammfyri brenniovnin, um veturin er tað sera hugnaligt, men um summari er tað skide irreterandi at mann noyðist at hava hann tendraðan.
Um tú lesur hetta, so er tað ein stórur kjansur at tú gert tað tí at tú hevur lisið greinina í Fk blaðnum, so eg fari ikki at endurtaka tað. Men um tú hevur onkrar spurningar viðvíkjandi súkkluni, so ert tú vælkomin at skriva til mín á Grindabod@hotmail.com, so kann eg geva tær eitt persónligt svar, ella eg skrivi eitt blog innlegg útfrá einum konkretum spurningi.
tirsdag den 28. juni 2011
søndag den 19. juni 2011
Intro
Eg veit ikki um eg eri typan sum tímir at hava ein blogg. Tankin er ummiddelbart ikki serliga appelerandi, at sita inni og skriva um sítt lív, heldur enn at liva tað!? Men sofan stjelur nógvar tímar avlíkavæl, so hví ikki royna at gera okkurt eitt sindur meira produktivt á netinum, enn at lesa hvønn tann einasta spalta á Teamtalk og Goal? Aftaná gøluna við Giggs og svigarinduni hjá honum so havi mist eitt sindur fyri fótbólti avlíkavæl...
Eitt sindur um hvussu eg ætli at mín bloggur skal fyriganga, og hvat hann skal innihalda. Eg fari at brúka "freedom of speech" korti, sum grundgeving fyri ikki at tíma at rættlesa tað sum eg skrivi, eg havi tíð til tað, men eg tími at brúka hana uppá rættlesing. So, evuntelli, kæri lesari: Tú mást finna teg í stavivillum og langum kantutum setningum við nógvum innskotnum setningum :) Kenni eg meg sjálvan rætt, so fari eg at hava trupult at hava disiplin til at uppdatera bloggin nóg ofta og skal eg so rættlesa hann omaná tað heila, so komi eg ongantíð í sving.

Innihaldi verður sjálvandi um meg og tað sum eg finni uppá, onkur er sikkurt meir spennandi enn eg, men eg kenni best meg sjálavn og mínar tankar, so eg haldi meg til tað.
Høvðusgrundin til at eg byrji at blogga, er at í næstan tvær vikur havi eg royndarkoyrt eina El-súkklu fyri Fk. Eg fekk avláttur uppá súkkluna, um eg afturfyri royndarkoyrdi hana og síðan skrivaði eina grein í Fk blaðið, í gjár sendi eg greinina inn, men eg havi gingið allan dag og hugsa um okkurt sum eg kundi havt skriva ørvísi og okkurt sum eg kundi havt lagt afturat. Tað fari eg so at gera her, men hendan Intro'in bleiv eitt sindur drúgv, so eg endi hana her. Eitt sindur endaleys, men.....

Abonner på:
Opslag (Atom)